Í hesum føri fær mamman ikki verið einsamøll, og dóttirin veit ikki, nær hon sleppur inn á eitt ellisheim. Hon hevur ampa av mammuni, tí hon hevur fingið staðfest Alzheimer og er sera illa fyri.
Aftur eitt dømi um, at her haltar okkurt. Tað kann ikki vera meiningin, at fólk sum sjálvi eru komin eitt sindur upp í árini skulu hava ampa av foreldrunum, tí tey eru blivin óhjálpin. Tað kann ikki vera meiningin, at ein skal noyðast at fara úr starvi, ella fara í farloyvi, tí eingin hjálp er at heinta, og eingin veit nær nøkur hjálp verður. Tað átti at verið so, at tá ein sjálvur blívur 50-65 ár, og børnini (sum oftast) er flogin úr reiðrinum og kanska ommmu og abbabørn eru komin, skuldi ein kunna notið tilveruna. Tað skapar eisini trivna í lívinum at koma út eitt sindur. At verða noyddur at gevast at arbeiða og ístaðin passa eitt gamalt fólk, fulla tíð, krevur óalmindiliga nógv av einum, ja tað er næstan strævnari enn at passa børn. Eg legði til merkis, at tað stóð í svarinum (í Kvinnu) at hugt verður eftir, hvussu ein er fyri likamliga og sálaraliga. Hvør kannar hvussu tey fólk/avvarðandi sum passa øll tey sum standa á tí akutta bíðilistanum eru fyri, bæði likamliga og sálarliga. Mær vitandi kemur tað ikki upp á tal. Men veruleikin er tann, at fleiri fólk, sum hava passað røktarsjúklingar, eru stak illa fyri, serliga sálarliga. Tí tað er sera niðurbrótandi sum er, at síggja eitt av foreldrunum blíva so illa fyri. Tá tað so kemur at fylla alt í lívinum hjá einum, so er ikki ringt at ímynda sær, at tað er lætt at »smokka« niðurum og blíva tunglyntur ella depremerað/ur. Lívið hjá tí avvarðandi blívur trist, og veit eg um eina damu, sum passaði mammu sína í 8 ár dag og nátt, tí mamman var so illa fyri. Aftan á at mamman var deyð bleiv hendan daman so ring av tunglyndi, tí hon hevði livað í 8 ár í einari »atmosferu« av sjúku og elendigheit, hon var móð av at vakja um náttina, tí mamman var órólig og skuldi skiftast á. Hon hevði ringa samvitsku yvir fyri børnumum, sum eftirhondini bara sóu hana sum ein tristan persón. Hendan daman, sum hevði gott starv, áðrenn mamman gjørdis sjúk, megnaði ikki at byrja aftur í starvinum, aftan á at mamman var deyð, hon var útligvað og fekk djúpa depressión. Har var eingin sum hevði hugt eftir hennara støðu, hvussu hon var fyri. Men sjálvandi, tá tað skal latast samsýning afturfyri, so fær pípan eitt annað ljóð. Sjálvt um 10.000 kr. minus skatt er alt ov lítið, tað kemur ein ikki langt við.
Eg veit, at tað verður arbeitt við at bøta um støðuna hjá teim gomlu. Eg vóni bara, at tað verður arbeitt skjótt, og at tað verður bøtt upp á alt eldraøkið sum tað er. Tí eldraøkið hevur ligið sum ein stór skomm í alt ov nógv ár.