Robert Vilhelmsen
Valevni Javnaðarfloksins - listi C
Eldraøkið varð ikki raðfest av býráðnum og hetta undirstrika tey í har sita so dyggiliga, við m.a. at siga og skriva, at: "nú skal eldraøkið raðfestast".
Sambært "Eldraálitið 2002" er Suðurstreym ein "katastrofa" á eldraøkinum, sambært hesa er minni enn helvtin av tørvinum nøktaður hóast núverandi ætlanir við Tjarnargarð og Vallalíð. Í Eysturoy er støðan øðrvísi, her hava tey megna at fylgja við og um 1 ár er tørvurin nøktaður - ein sonn sólskinssøga á eldraøkinum sum Tórshavnar kommuna kann spegla sær í.
Í mun til fólkatalið er Tórshavnar kommuna vánaligast til at nøkta tørvin á eldraøkinum, ja verri enn t.d. Suðuroy og hetta verður møguliga ein nógv størri avbjóðing fyri kommununa enn barnaansingin hevur verið.
Javnaðarflokkurin er ein ábyrgdarfullur flokkur, sum tekur ábyrgd av eldraøkinum og vil miðvíst arbeiða fyri eini virðiligari loysn, eini loysn, sum røkkur langt fram í tíðina
Tórshavnar kommuna er fíggjarliga sterk og hevur góðar fyritreytir at ganga undan á hesum øki og hevur bestu fyritreytir at taka fulla ábyrgd av eldraøkinum. Hinvegin havi eg ilt við at ímynda mær, at tær smá kommunurnar, við fíggjarligum atliti, hava nakran sum helst møguleika at taka á seg hesa ábyrgd, sum er.
Tískil mæli eg til, at Landsstýrið og kommunurnar fara í samstarv um hesa stóru avbjóðing og at Tórshavnar kommuna gongur undan við eini royndartíð. Við hesum royndum kann støða takast til, um skipanin er nøktandi fyri tey eldru og hvussu hetta fíggjarliga kann skipast millum kommunu og Landsstýrið.
Við tínum stuðli og atkvøðu fer hetta at vera eitt av mínum fremstu málum at fremja í Tórshavnar kommunu.
Tryggleiki og lívsvirði - til allar borgarar!