Eldraøkið ella samferðsla?

Oddagrein

 

Eftir øllum at døma verður tað, sum politikarar nú kalla eldraøkið, raðfest hægri á næstu fíggjarlóg. Somuleiðis benda politiskar viðmerkingar á, at meira skal hugsast um tey gomlu á tí fíggjarætlan, sum skal gerast fram til 2011, og sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar at fáa gjørda lidna í hesum mánaðinum.


Orðaskifti tók seg upp fyrst í vikuni, tí Vinnumálastýrið boðar frá, at íløgurnar á næstu fíggjarlóg fara at økjast munandi. Orsøkin er, at so nógv skal gerast á samferðsluøkinum. Landsstýrið hevur m.a. álagt landsstýrismanninum Bjarna Djurholm at fremja fleiri ætlanir og harafturat byggja eitt nógv størri og dýrari suðuroyarskip enn upprunaliga ætlað og mett. Men Karsten Hansen hevur svarað aftur, at íløgurnar skulu ikki økjast eini hálvthundrað milliónir, sum Vinnumálastýrið leggur upp til. Og so var eldur í skálanum.


Sum nakað nýtt, og sum eitt stórt framstig, hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum bjóðað andstøðuni at verða við í arbeiðnum at gera eina langtíðarfíggjarætlan. Í hesum sambandi hevur formaðurin í Javnaðarflokkinum boðað frá, at Javnaðarflokkurin mælir til at brúka nógv meiri pening til m.a. røktar- og ellisheim, tí fleiri hundrað fólk standa á bíðilistum at sleppa inn á heim.


Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Helena Dam á Neystabø, er óivað samd við Javnaðarflokkinum, tí herfyri boðaði hon frá, at nú mugu ætlaðar íløgur á samferðsluøkinum skjótast út, tí á eldraøkinum er tørvurin so ómetaliga stórur. Hesar báðar viðmerkingarnar frá partvíst einum samgonguflokki og partvíst einum andstøðuflokki skuldu merkt, at tað fer at eydnast at fáa meiri pening til eitt øki, sum er fullkomiliga forsømt í hesum landsstýrisskeiði.


Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vísti nú um dagarnar á, at einki er sett av at byggja ellis- og røktarheim fyri í hesum valskeiðnum. Og tí er neyðugt, sum Jóannes Eidesgaard segði við Útvarpið fyrr í vikuni, at tað verða settar fleiri 100 milliónir krónur av tey næstu árini, tí nógv bíða, og at tað kostar at byggja røktarheim, kanska útvið eina millión krónur fyri hvørt búfólkið.


Nú verður áhugavert at síggja, hvussu leikur endar, og um Tjóðveldisflokkurin, sum áður var ein sosialur flokkur, tekur undir við hesum sjónarmiðunum, ella hann hellir til ætlanirnar hjá Fólkaflokkinum at raðfesta útbyggingar á samferðsluøkinum hægri. Skal eldraøkið raðfestast hægri, verður óivað neyðugt at bíða við ætlanum á samferðsluøkinum, um íløgurnar skulu haldast á búskaparliga hóskiligum støði.