Eldraøkið ein ov stórur biti

Heini O. Heinesen varð afturvaldur í Kunoyar bygdarráð. Hann hevur sitið har seinastu 28 árini, og hann heldur ikki nógv um ætlaninar hjá landinum at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Hann heldur, at tað er ein hóttan móti lægru inntøkunum

Borgarstjórin í Kunoyar kommunu seinastu 28 árini, Heini O. Heinesen, heldur lítið um, at ov nógv øki verða flutt yvir til kommunurnar at umsita.
? Tað er alt í lagi at leggja barnaansingina til kommunurnar, men eldraøkið, haldi eg, er ein ov stórur biti, so har eri eg samdur við landsstýrismanninum, sigur Heini O. Heinesen.
Hann heldur, at hetta er tað sama sum at leggja eftir miðalinntøkunum, tí tær verða harðast raktar av kommunuskattinum.
Kommunuskattaprosentið í Kunoyar kommunu er 15 % og samstundis tað lægsta í landinum. Kommunan er væl fyri fíggjarliga og hevur onga skuld. Heini greiðir frá, at íløgurnar í kommununi í ár liggja um tvær milliónir krónur.
? Sitandi bygdarráð fer helst at hava einar tveir fundir afturat, væntar hann.
Heini heldur, at eitt tað fyrsta, sum hendir, um kommunurnar fara at fáa eldraøkið, verður, at skatturin hækkar, og harvið verða miðalinntøkurnar hart raktar.
? Tá nyttar lítið at tosa um at lækka landsskattin, sigur fyrrverandi løgtingslimurin og sitandi borgarstjóri í Kunoy.
Heini sigur, at hann sjálvandi vil hava greiðar linjur millum kommunur og land, men hann er sannførdur um, at tað verður ov nógv at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Og vísir samstundis á, at tá er ikki nógv eftir hjá løgtinginum.

28. árið
Heini O. Heinesen hevur verið borgarstjóri í Kunoyar kommunu í 28 ár tann 1. januar komandi ár.
Fyrr í ár umhugsaði hann ikki at stilla uppaftur, tí hansara áhugi fyri landspolitikki var nakað størri. Men hann varð ikki afturvaldur til seinasta løgtingsval, og tá hann so varð biðin um at stilla upp aftur til hetta kommunuvalið, játtaði hann.
? Man er sjálvandi góður við tað, sum man hevur verið við til at barst fyri nógvu seinastu árini, men í aðramátar skal eg viðganga, at áhugin fyri landspolitikki var blivin nakað størri, sigur Heini, sum ynskir at takka øllum teimum, ið valdu hann.
Tvær bygdir eru á Kunoynni, Haraldsund og Kunoy. Til hetta valið fekk Haraldsund trý umboð í bygdarráðið og Kunoy tvey. Sostatt verður tað úr Haraldsundi í ár, at fundarboðini um at skipa bygdarráðið koma.