Eldraíbúðir skulu byggjast

Allan Hjaltalin, Valevni miðfloksins til Tórshavnar býráð

Okkara eldru, ommur og abbar, langommur og langabbar, skulu eisini hava tað gott. Tey hava goldið skatt og avgjøld alt lívið, men nú, tá ið tey ikki longur klára seg sjálvi, men mugu fáa hjálp nakrar ferðir um dagin, vera tey sloppin uppá fjall. Summi fáa hjálp nakrar ferðir um dagin, meðan onnur lítla ella onga hjálp fáa.
Ein máti at loysa henda trupulleikan er at byggja fleiri eldraíbúðir á sama stað. Einar 30 ? 40 íbúðir, alt eftir tørvi. Har kunnu vera felagshølir til ymisk tiltøk, og urtagarður, har tey, ið orka og hava hug, kunnu planta, lúka og hugna sær.
Hesin byggiháttur loysir fleiri trupulleikar í einum.
?Heimahjálpin kann nýta meira tíð inni hjá teim eldru, í staðin fyri sum nú, at nýta stóran part av tíðini til koyring.
?Tey eldru kunnu vitja hvønn annan.
?Skipast kann fyri felags tiltøkum, eitt nú møtum, bingo og hugnaløtum.

Hetta kann eisini hjálpa uppá bústaðartrupulleikan í kommununi. Fleiri hús har eldri búgva í dag, verða seld ella útleigaði.
Gev mær tína atkvøðu til býráðsvalið ?04, og eg skal arbeiða hart fyri at fáa loyst eldraíbúðar-/sambýlistrupulleikan, og bústaðartrupulleikan sum heild í Tórshavnar kommunu.