Elding byggir nú stóran bygning á Hálsi í Havn. Hesin er millum bakaríið hjá Gunnleivi og Veðurstøðina. Umframt vanliga handilsvirksemið hjá Elding verður betri pláss fyri HTH Køksmiðstøðini og samstarvinum við stóru handilsketuna El-Giganten. Elding hevur longu samstarv við El-Giganten, sum er størsta fyritøka av sínum slag í Norðurlondum.
- Samstarvið við El-Giganten hevur sjálvandi fyrimunir við sær fyri okkum viðvíkjandi innkeypi og harvið eru eisini fyrimunir fyri kundan. Við nýggja bygninginum fáa vit góðar umstøður fyri øllum pørtum av virkseminum, bæði Elding, Køksmiðstøðini og samstarvinum El-Giganten, sigur Mads Andreas Winther, stjóri í Elding.
Stórur bygningur
Nýggi bygningurin hjá Elding á Hálsi verður 5000 fermetrar, Men ætlanin hjá Elding er tó ikki at nýta alt fermetratalið, men talan kann gerast um at leiga ein part av hølunum út til annað virksemi.
- Tað snýr seg fyrst og fremst um at nøkta tørvin hjá Elding og samstarvinum við El-Giganten og hjá Køksmiðstøðini, sigur Mads Andreas Winther.
Hann væntar, at Elding flytir úr SMS í februar komandi ár og niðan í nýggju hølini á Hálsi, ið tá ætlandi eru liðug, so Elding og tað virksemi, ið fyritøkan nú fevnir um, kann húsast í nýggju hølunum.