Eldhav undir jørð

Eldurin í undirgrundarbreytini í suðurkoreanska býnum Taegu í gjár kravdi nógv mannalív.

Seinnapartin í gjár vistu myndugleikarnir framvegis ikki, hvussu mong vóru deyð í eldinum í undirgrundarbreytini í suðurkoreanska stórbýnum Taegu. 
Um middagsleitið varð sagt, at 34 fólk vóru funnin deyð, og at 136 høvdu fingið skaða, men tá leitaðu bjargingarlið framvegis eftir 99 fólkum, sum ikki vóru komin afturíaftur. 
Løgreglan í Taegu segði í gjár, at hon hevði tikið ein mann, tí illgruni var um, at hann hevði tveitt eina heimagjørda bumbu niður í undirgrundarbreytina. 
Vanlukkan í gjár er ikki tann fyrsta í undirgrundarbreytini í Taegu. Í 1995 doyðu 100 fólk, og meiri enn 100 fingu skaða í einari sterkari gassspreinging har.