Sponsku myndugleikarnir gjørdu í gjár av at flyta fólkið úr bygdini La Restinga á oynni El Hierro, sum er ein av Kanarisku Oyggjunum, tí vandi er fyri eldgosi har.
Fyrradagin var eitt eldgos á havbotninum knappar tríggjar fjórðingar úr landi, og myndugleikarnir siga, at fleiri gos kunnu koma afturat. Gosið mánadagin elvdi til ein jarðskjálvta, sum var 4,5 á Richterstiganum.
Umleið 5.000 fólk búgva í La Restinga, og tey eru nú flutt burtur frá strondini.