Eldgos í Ný Sælandi

Í Ný Sælandi er gosfjallið Mount Tongariro farið at goysa í nátt, og tað sendir nú øsku langt upp í loft.

Mount Tongariro er eitt av teimum trimum gosfjøllunum á høvuðsoynni í Ný Sælandi, sum framvegis eru virkin. Fjallið goysti eisini í august eftir at hava ligið stilt í meiri enn eina øld, og tá órógvaði øskurokið innanríkis flogferðsluna, og ferðslan á motorvegunum varð eisini darvað.

Jarðfrøðingarnir siga, at gosið, sum byrjaði í nátt, er ikki so ógvuslig sum tað í august.

Økið kring fjallið er væl umtókt millum fólk, sum ganga í fjøllunum, og tí sendu myndugleikarnir eina tyrlu at vita, um nakað fólk var har uppi, tá gosið byrjaði. Í morgun verður sagt, at eingin hevur fingið skaða av gosinum.