Fleiri túsund fólk eru flutt heiman, eftir at tvey gosfjøll eru farin at goysa í Ekvador og Guatemala. Tvey fólk eru deyð, og øska frá gosunum hevur stongt fleiri floghavnir. Forsetin í Guatemala, Alvaro Colom, hevur lýst undanatksstøðu í økinum kring gosfjallið Pacaya, sum er einar 50 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Guatemala Bý.
Myndugleikarnir siga, at tvey fólk hava latið lív, annað teirra ein tíðindamaður.
Í Ekvador hevur gosfjallið Tungurahua sent nógva øsku upp í loft. Myndugleikarnir hava flutt fólkið úr minst sjey bygdum, og fleiri floghavnir eru stongdar.
Tungurahua-gosfjallið, sum er 5.000 metrar høgt, er 135 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Quito. Fjallið goysti eisini í 2006, og ta ferðina doyðu seks fólk.