Sjálvvirkandi fráboðanir um eitt nú royk ella eld eru hentar, men tað kemur eisini fyri, at tekniskir feilir gera, at skipanir fara í gongd.
Soleiðis var á stóra uppsjóvarvirkinum, Pelagos í Fuglafirði, í gjár.
Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
- Vit fingu eina fráboðan um, at eldávaringin var farin í gongd, men tá greiða fekst á støðuni, vísti tað seg, at feilur var í skipanini á virkinum.
Í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at grót var á vegnum millum Árnafjørð og Depil.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at Articon, sum arbeiðir við tunlunum Norður um Fjall, fekk boð um grótið á vegnum.