Eldávaring stongdi Norðskálatunnilin

Í morgun varð Norðskálatunnilin stongdur eina løtu, tí eldur kom í ein bil inni í honum. Tað var klokkan 8.25 í morgun, at ein maður ringdi til løgregluna og boðaði frá, at hann hevði tikið ein pulvursløkkjara, sum hekk í tunlinum.

Bilur hansara var uppsteðgaður og tað kom nógvur roykur úr motorrúminum, so hann tók ein pulvursløkkjara og sprændi í motorrúmið og køvdi eldin.

Men neyðskipanin í tunlinum førir við sær, at í slíkum føri fara bummarnir báðu megin tunnilsmunnan niður av av sær sjálvum og tað gjørdu teir eisini í hesum føri, so tunnilin varð stongdur.

Men eftir at løgreglan hevði kannað tunnilin og tryggjað sær, at ongin vandi var á ferð, varð hann upplatin aftur eina løtu seinni og tað klárar løgreglan við eini fjarstýring av støðini.

Onkuntíð hevur herverk verið á bjargingarútgerðina í tunlinum, men hetta er so eitt dømi um, hvønn týdning tað hevur, at hon fær frið og er til taks, tá ið brúk er fyri henni.