Kriminalløgreglan kannar framvegis málið um tær báðar royndirnar at seta eld á Gjáar kirkju um vikuskiftið. Í gjár vóru fólk av deildini við kirkjuna og gjørdu tekniskar kanningar, eins og tey ynsktu at tosa við fólk sum vóru í bygdini um vikuskiftið.
Hetta er kortini ikki bert sum at siga tað, tí nógv fólk var við Gjógv um vikuskiftið, har bæði ein familjuveitsla og eitt brúdleyp vóru á skránni.
Løgreglan heitir á fólk um at venda sær til løgregluna, um tey vita okkurt sum kann hjálpa teimum at greiða málið.
Tey eru serliga áhugað í, um fólk hava sæð okkurt, sum kann hava týdning fyri kanningararbeiðið, á kirkjuvegnum millum kl. 8 leygarkvøldið og sunnumorgunin kl. 9.
Enn er kriminalløgreglan ikki komin á mál, og málið verður tí framvegis kannað.
Gjáar kirkja stendur vanliga opin, men fyribils hevur kirkjuráðið avgjørt at læsa hana.










