Elbilur við bioetanol hitaskipan

Volvo royndarkoyra eina nýggja hitaskipan, sum verður drivin av bioetanol í elbilinum Volvo C30 Electric.

Ein av truppulleikunum við elbilum er, at tað tekur nógva orku frá battarínum at hita kabinuna. Tað vil siga, at bilurin koyrir munandi styttri upp á eina løðing, um tað er kalt í veðrinum.


Í Svøríki hava Volvo loyst hendan truppulleika við at hitaskipanin koyrir upp á E85, sum er ein blanding av bioetanol og bensini, sum er vanligt í Svøríki. Elbilurin hevur ein 15 litra tanga, har sum bensindekslið vanliga er. At hita ein kaldan bil upp brúkar umleið ein kvart litur av brennievni.