Elbilur til offroad

Volvo eru skjótt klárir við sínum fyrsta elbili, sum eisini er gjørdur til at koyra offroad. Talan er nevniliga um ein Volvo golfbil til koyring á golfbreytum.

Tað er svenska fyritøkan Pro Green Nordic, sum hevur gjørt Volvo golfbilin. Maðurin aftanfyri hugskotið er sviin Ulf Renner, sum er komin ásamt við Volvo Cars um designið og um marknaðarføring av golfbilinum.


Bilurin, sum er gjørdur sum eitt modell av Volvo C70, vigar 220 kg, hevur trý 12 volts batterier og koyrir umleið 60 km upp á eina løðing. Volvo golfbilurin verður sýndur fram á Volvo World Match Play Championship, sum verður í Spania frá 29. oktober til 1. november.