Citröen C1 EVie er ein vanligur Citröen C1, sum er umbygdur til elbil. Elmotorurin er upp á 30 kw ella 51 hk, og bilarnir kunnu koyra millum 80 og 100 km upp á eina løðing.
Ætlanin er, at bilarnir skulu royndarkoyrast av einstaklingum, fyritøkum og stovnum fyrstu tríggjar mánaðirnar í nýggja árinum.