Elbilar á dagsskránni

Týsdagin var tingbólkurin hjá Javnaðarflokkinum á kunnandi fundi hjá Elfelagnum SEV um framtíðarætlanir við el- og alternativari orku og um Grana-verkætlanina, sum eisini umfatar elbilar. Eftir fundin koyrdu nakrir av tinglimunum heim í Løgtingið í einum av elbilunum hjá SEV.

Elbilarnir, sum SEV hevur leigað til royndarkoyring í Føroyum, verða í hesum døgum royndarkoyrdir av m.a. einstaklingum, fyritøkum og stovnum kring landið.