Tað var fyrst í hesum árinum, at fyritøkan Sp/f El-Teknik í Leirvík fór undir bygging av nýggjum virkisbygningi á vinnuøkinum á ferjuleguni í Leirvík, og hin 19. mai í ár veittraðu fløggini, tá virkisbygningurin varð reistur.
Tað var entreprenørfelagið Kreton í Syðrugøtu, sum stóð fyri útgrevstri og planering, og tað er byggifelagið KBH á Toftum, sum stendur fyri betong-og timburarbeiðnum.
Bygningurin hjá El-Teknik, sum skal brúkast til verkstað, goymslu, teknistovu og skrivstovu, er tilsamans 300 fermetrar stórur. Gólv verður eisini í einum parti av loftinum.
Jákup Tróndheim í Leirvík, sum er maðurin aftan fyri fyritøkuna El-Teknik, vísir á, at umstøðurnar í nýggja virkisbygninginum verða rættiliga góðar, harav verkstaður og vørugoymsla fara við meira enn helminginum av gólvvíddini. Ein partur verður innrættaður til teknistovu og skrivstovu.
Hjá El-Teknik starvast í løtuni 14 fólk.
Níggju ár eftir, at Jákup Tróndheim varð útbúgvin sum elektrikari og seinni sum el-instalatørur fór hann í 1991 undir egna el-fyritøku. Í fyrstani húsaðist fyritøkan í egnum kjallara, og síðan 2002 hevur El-Teknik havt leigumál í kjallaranum á Sporamørk 8 í Leirvík.
Hjá El-Teknik hevur verið nógv at gera í longri tíð, og nú stóra framleiðsluvirkið hjá Bakkafrost er bygt á Glyvrum, hava fólk hjá fyritøkuni í Leirvík verið partur av el-arbeiðarunum.
Jákup Tróndheim sigur, at nú er ikki nógv eftir at gera á Bakkafrost, men tað merkir ikki, at tey 14 fólkini hjá fyritøkni gerast arbeiðsleys.
- Vit hava eisini el-instalatiónirnar í samband við byggingina av stóru smoltstøðini hjá Marine Harvest á Hellunum, og hetta arbeiðið verður helst liðugt í summar. Eysturkommuna hevur seinastu árini gjørt íløgur í drekkivatnsskipanirnar, og í løtuni verður skipanin í Syðrugøtu uppraðfest.
El-Teknik hevur tikið sær av fleiri uppgávum fyri kommunur í samband við drekkivatn, og fyritøkan er eisini við í verkætlanini hjá Eysturkommunu í Syðrugøtu, sum nú er um at verða liðug.










