El-teknik í nýggj høli

Ein spennandi tíð er fyri framman hjá elinnleggjarafyritøkuni Sp/f El-Teknik í Leirvík. Komandi fríggjadag, 24. novembur, flytur fyritøkan nevniliga í nýggj hølir. El-Teknik varð stovnað í 1991 og hevur síðani tá húsast í sethúsakjallarum.

 

Tað var við ársbyrjan í ár at spakin bleiv settur í, og nú stendur bygningurin, ið er 280 fermetrar til víddar, klárur at taka í nýtslu. Nýggi bygningurin, sum stendur á Sjóvartúni í Leirvík, tað er gamla ferjulegan, gevur starvsfólkunum nógv betri arbeiðsumstøður enn áður. Í bygninginum er verkstaður, goymsla, skrivstovur og so framvegis. 

 

Í løtuni eru 12 fólk í starvi hjá El-Teknik, harav eru tríggir lærlingar.

 

Í sambandi við at bygningurin verður tikin í nýtslu, verður almenn móttøka 24. novembur frá kl. 15:00 til kl. 18:00.