El-Service ? ein nútímans fyritøka

P/F El-Service á Skála fer at royna seg í frálandavinnuni. Fyritøkan er skrásett í útlendskum veitaraskráum, sum er eitt av krøvunum fyri at bjóða seg fram.
- Ætlanin hjá okkum er at byrja við at samstarva við útlendskar fyritøkur, sum hava royndir á økinum. Talan verður í fyrsta lagi um smærri uppgávur, men sum frá líður, ætla vit at átaka okkum størri arbeiðir.
<DPTAB>    Felagið heldur, at tær royndir, sum fólkið í fyritøkuni hevur frá skipabygging, eru eitt gott grundarlag at byggja á

El-ídnaður

P/F El-Service hevur heimstað á Skála og sambært eigarunum, hevur tað ikki víst seg at vera nakar trupulleiki at reka eina nútímans fyritøku á bygd.
- Vegasambandið millum bygdirnar í Eysturoy, Streymoy og á Vágoynni er gott. Eisini er gott ferjusamband til Norðoyggjar og Sandoynna.
Einasti trupulleiki, vit hava, er at koma til og úr Suðuroy. Men her er stór broyting á veg.
Felagið vísir á, at tá ið nýggi Smyril kemur, verður munin skjótari at ferðast, og væntandi verða eisini fleiri fráferðir, soleiðis at Suðuroyggin verður tættari at meginøkinum.

Føroysk arbeiðsmegi

Í løtuni starvast 40 fólk hjá El-Service.
- Ein stórur partur av fólkinum er knýtt at uttanlandsdeildini hjá fyritøkuni. Hini starvast á framleiðslu-, innleggjara-, eldsløkki- og frálandadeildunum.
Felagið leggur stóran dent á at brúka føroyska arbeiðsmegi, eisini tá ið arbeitt verður uttanlands.
- Hetta vilja vit, hóast okkara myndugleikar avgjørt ikki hava givið føroyskum fyritøkum serliga góðar umstøður at arbeiða undir uttanlands.
El-Service sigur, at sjálvt um farið verður av landinum at seta føroyska framleiðslu fyri miljónir í útlendsk skip, og nógvur peningur harvið verður førdur til landið, so eru treytirnar at virka undir als ikki nóg góðar.
- Higartil hava vit ? í harðari kapping við útlendskar fyritøkur ? fingið nógvar uppgávur uttanlands. Men um politiski viljin í Føroyum ikki broytist rætta vegin, er ivasamt, hvussu kappingarførið verður í framtíðini, sigur felagið.

Góðskustýring og útbúgving

Sum lið í at betra dygdina, fekk El-Service í juli 1999 ISO-9001 góðkenning, sum fevnir um konstruktión og framleiðslu av el-talvum. Felagið miðjar nú eftir, at hinar deildirnar sum frá líður fáa somu góðkenning. Í november 2002 fekk El-Service uppdaterað ISO-9001 til 2000 skipanina.
- Nú verður arbeitt við at fáa trygdar-og umhvørvis góðkenning, sum eisini er eitt krav fyri at koma inn í frálandavinnuna.
El-Service leggur stóran dent á at útbúgva starvsfólkið, tá ið farið verður í gongd við nýggjar uppgávur. Eisini verður starvsfólkið javnan sent á skeið fyri at dagføra vitanina hjá starvsfólkunum.
- Tað er umráðandi fyri starvsfólkið og fyri felagið, at vit hava
dagførdan kunnleika, soleiðis at vit kunnu veita eina so góða tænastu sum gjørligt.


24 skip síðan 1995

El-Service sigur, at Bressay Bank, ið er nýbygningur, sum er bygdur tll Fraklands, er átjanda skipið, sum felagið hevur bygt saman við donsku skipasmiðjuni síðan 1995. 11 av skipunum eru bygd í Skagen. Hini sjey eru bygd í so fjarskotnum londum sum Ghana, Kambodia og Vietnam. Felags fyri øll projektini er, at so skjótt, sum sáttmáli er undirskrivaður, verður farið undir projektering og framleiðslu av el-útbúnaðinum, sum síðan verður fluttur til skipasmiðjurnar.
- Samstundis fara føroyskir handverkarar avstað til tess at fyrireika el-arbeiðið umborð. Gjøgnum tað hálva árið, tað tók at byggja Bressay Bank, hava 16 føroysk arbeiðspláss verið á skipasmiðjuni í Skagen. Umframt hesi 16, eru trý arbeiðspláss knýtt at framleiðsluni alt árið.
Felagið sigur, at í sama tíðarskeiði, sum hesi 18 nevndu skipini eru bygd, eru seks skip bygd á Tórshavnar Skipasmiðju, har El-Service hevur havt el-arbeiðið um hendur.


Heimamarknaðurin

Hóast størsti parturin av framleiðsluni hjá El-Service verður útfluttur, hevur heimamarknaðurin ein sera týðandi leiklut.
- Miðalaldurin á føroyska skipaflotanum gerst sum kunnugt eldri fyri hvørt ár, ið fer. Sjálvt um tað hevur gingið væl hjá flestu skipum seinnu árini, hava ráðini ikki verið at bygt nýggj skip enn. Tí verða gomlu skipini heldur umvæld. Fleiri skip hava bøtt um el-skipanina umborð. Høvuðs-og undirtalvur verða skiftar út við nýggjar og harvið tryggari talvur, og ávaringarskipanir verða umvældar ella endurnýggjaðar.
Felagið sigur, at framleiðslan av ávaringarskipanum fevnir um heilt vanligar ávaringartalvur, PC-ávaringar, digital-panel, eldávaringarskipanir v.m.
- Eitt nú umborð á Bressay Bank er ein skipan, sum er PC-kombinerað við vanligari ávaringarskipan. Tað merkir, at ein, sum ikki er kringur í teldutøkni, kann brúka tað vanligu skipanina. Ein viðlíkahalds skrá er innbygd í skipanina, soleiðis at maskinmeistarin fær útskrift av teimum eykalutum, hann skal bíleggja, áðrenn lutirnir eru fyrigingnir.
El-Service sigur, at skipanin kann útbyggjast soleiðis, at tekniski stjórin fær hesar upplýsingar inn í eina skipan á skrivstovuni.
- Soleiðis kann hann biðja um tilboð og bíleggja eykalutirnar í góðari tíð, áðrenn skipið skal til umvælingar. Hetta merkir, at leiðslan kann gera eina viðlíkahalds ætlan.

Dygdargóðar høvuðstalvur

El-Service, sum framleiðir allar støddir av talvum, sigur, at høvuðstalvurnar verða framleiddar við sera góðari dygd.
- M/S Neptune, sum er ein av okkara nýbygningum í ár, hevur eina sera frammkomna skipan, sum er innbygd í høvuðstalvuna. Hendan skipan kallast, PMS-system. Tá ið skiparin hevur brúk fyri meira effekt til trolspølini, starta ljósmotorar upp og synkroniserast sjálvvirkandi inn á høvuðstalvuna. Tá ið hann er liðugur við trolspølini, fer ljósmotorurin útaftur av talvuni og steðgar. Tað er ikki neyðugt hjá maskinmanninum at fara frá til at starta og sløkkja ljósmotorar. Eisini hevur skiparin møguleikan at brúka aksilgeneratorin sum el-motor fyri at hjálpa høvuðsmotorinum at dríva skrúvuna. Brúk er serliga fyri hesum, tá ið skipið trolar, og tá ið siglt verður til og frá fiskiskapi. Á henda hátt fær skipið størri tógorku og meiri orku at sigla við.
El-Service sigur, at umrødda skipanin kann setast í gomul skip, um gearið klárar effektina.
- Talvurnar verða liðugtgjørdar á verkstaðnum og royndarkoyrdar. Vit hava installerað tveir ljósmotorar, so vit kunnu royna synkronosering v.m., áðrenn talvurnar fara út av okkara verkstaði, sigur felagið.

Høvuðstalva til Smyril

Sum úrslit av teimum drúgvu royndunum við útflutningi av el-útbúnaði, hevur El-Service fingið til uppgávu at framleiða høvuðstalvuna til nýggja Smyril. Hetta er samstundis størsta talvan, sum er bygd í Føroyum. Samlaða longdin á talvuni er 14,3 metrar.
- Talvan til nýggja Smyril er tvær ferðir so stór, sum tær, ið vit gera til teir størru trolararnar og nótaskipini. Talvan verður framleidd á Skála og verður síðan send til skipasmiðjuna í Spaniu, har Smyril verður bygdur.
El-Service vísir á, at tá ið skipið kemur til Føroya, er høvuðstalvan framleidd í Føroyum, og hetta verður ein fyrimunur, tá ið eykalutir skulu útvegast í framtíðini.
- Við høvuðstalvuni umborð á nýggja Smyrli, kunnu vit eisini vísa útlendingum á, at vit kunnu levera slíka útgerð á hædd við aðrar, sigur felagið.

Halon skal burtur

Umborð á flestu skipum í heiminum verður evnið "halon" brúkt til at sløkkja eld við. Trupulleikin við halon er, at evnið er sera umhvørvisskaðiligt. Tí eru sløkkiskipanir við halon nú bannaðar um allan heim. Tíðarfreistin at skifta skipaninar út, er í flestu londum sett til ársbyrjan í ár 2001. Í Føroyum er ikki enn støða tikin til, nær halon-skipanir skulu burtur. Hava skip ikki eina góðkenda sløkkiskipan umborð, fær skipið ikki loyvi at sigla. Tí er at vóna, at skipini skifta halon-skipaninar út í góðari tíð. Tað kemur eisini fyri, at skipaninar verða útloystar av ósketni. Hetta kann hava óhepnar avleiðingar við sær, ikki minst peningaliga, tá ið skipið noyðist at liggja, til nýggj sløkkiskipan er ísett.
El-Service bjóðar skipum og virkjum á landi sløkkiskipanir, sum brúka evnið "argonite" at sløkkja eld við. Evnið, sum inniheldur 50% argon og 50% nitrogen, er ikki skaðiligt.
- Við at leiða argonite inn í eitt afturlatið rúm, fellur iltinnihaldið í luftini úr teimum 21% niður um 11% eftir stuttari løtu - og harvið verður eldurin køvdur. Fólk kann uttan trupulleikar verða inni í rúminum, meðan eldurin verður sløktur. At argonite ikki er skaðiligt, er høvuðsorsøkin til, at evnið verður tikið fram um eitt nú CO2, sum er lívshættisligt at anda í seg, veit El-Service at siga.

Frálandavinna

P/F El-Service á Skála fer at royna seg í frálandavinnuni. Fyritøkan er skrásett í útlendskum veitaraskráum, sum er eitt av krøvunum fyri at bjóða seg fram.
- Ætlanin hjá okkum er at byrja við at samstarva við útlendskar fyritøkur, sum hava royndir á økinum. Talan verður í fyrsta lagi um smærri uppgávur, men sum frá líður, ætla vit at átaka okkum størri arbeiðir.
Felagið heldur, at tær royndir, sum fólkið í fyritøkuni hevur frá skipabygging, eru eitt gott grundarlag at byggja á.
- Við nevndu ætlanum í huga, eru vit farin inn í ár 2003. Vit vóna, at fyritøkan kann halda fram at menna seg til eina enn betri fyritøku ? eina fyritøku, sum í verki kann vísa á, at føroyingar uttan trupulleikar kunnu standa seg í kappingini við útlendskar fyritøkur, bæði tá ið talan er um projektering, framleiðslu og installatiónir, sigur P/F El-Service á Skála.