El Nino stóra ávirkan á veðrið í Føroyum

Osmund Justinussen metti longu fyri einum mánaði síðani at vit fóru at fáa ein vetur við vestanvindi

- Veðurfyribrigdi El Nino í Kyrrahavi, hevur stóra ávirkan á veðurlagið í Føroyum

 

Tað sigur Osmundur Justinussen vinnulívsmaður í Leirvík.

 

Hann hevur fylgt veðurfyribrigdinum El Nino í eini 20 ár og hann staðfestir, at tað hevur eisini rættiliga stóra ávirkan á veðurlagið um okkara leiðir.

 

Hann sigur, at longu fyri einum mánaði síðani metti hann, at vit fóru at fáa ein vestanvetur av hesum slagi, sum hann sigur.

 

Umstøðurnar í Kyrrahavi nú, eru tær somu, sum tær vóru í fyri nøkrum og 20 árum síðani, tá ið vit eisini vóru illa herjað av ódnum, eitt nú jólaódnini í 1988 og vetrarnir eftir.

 

Og hann leggur afturat, at sum tað sær út nú, skulu vit vænta baldrut veður nakað enn.


Men tað kann broytast skjótt, leggur hann afturat.

 

Trýst á Pílin undir myndini og hoyr Osmund Justinussen greiða frá sínum ógvuliga áhugaverdu eygleiðingum um sambandið ímillum veðurfyribrigdi El Nino í Kyrrahavi og veðrið í føroyum.