»El Niño«

.

Veðurlagsfyribrigdið »El Niño« er við at hvørva aftur á hesum sinni.

Tað vistu serfrøðinagar á einum universiteti í Chile at siga chilenskari pressu hósdagin.

»El Niño« ávirkar veðurlagi í Kyrrahavinum, so alt fer út at koyra. Og tað hevur ávirkan eisini á okkara leiðum, um enn eitt sindur óbeinleiðis.

Til dømis mistu europeiskir alarar nógvan pening í fjør orsakað av, at minni varð veitt av Kyrrahavsansjósum, sum so aftur gjørdi, at prísurin á fiskamjøli og -olju hækkaði.

»El Niño« var í hæddini um miðan december í fjør, tá meðalhitin í sjónum var um fýra stig hægri enn vanligt. Nú er sjóarhitin so smátt farin at lækka aftur í teimum umráðunum í Kyrrahavinum, har streymurin hevur verið.

Vindurin veksur so smátt við kós móti Suðuramerika, samstundis, sum aftur er farið at fjara.

»El Niño« verður sostatt nakrar mánaðar gamal hesaferð, um tað nú veruliga er so, at fyribrigdið er í minking. Tí tað er nevniliga eingin, sum við fullari vissu kann staðfesta tað.

Hóast nú sær betri út, er »El Niño« ikki liðugur á sínum skaðiliga umfari kortini.

Sagt verður, at »El Niño« nú hóttir meginpartin av Peru.

Í seinastu viku doyðu 39 fólk í áarføri, meðan fleiri ikki eru aftur í aftur komin. Materiellu skaðarnir verða mettir til einar 100 milliónir dollarar.

»El Niño« merkir dreingjabarn ella Jesusbarnið.

Eitt annað fyribrigdi er, sum nevnt verður »La Niña« og merkir gentubarnið.

»La Niña« ger vanliga lægri sjóarhita enn miðalhitan. Og ofta gongur »El Niño« yvir í »La Niña«.

Men serfrøðingarnir tora ikki at lova, at soleiðis verður hesaferð.