EL-NET ársins rúmligi arbeiðsgevi

EL-NET hevur tríggjar ungar mans í tillagaðum starvi.

Á ráðstevnuni "Vit vilja gera mun" varð el-installatørvirkið EL-NET fyri løtu síðani avdúkað, sum Ársins rúmligi arbeiðsgevi av Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Almannamálum. Afturat heiðurinum fekk EL-NET eisini standmynd, sum Rúni Jacobsen á Verkstaðnum Vón hevur gjørt til høvið.

 

EL-NET er eitt el-installatørvirki í Havn og Vestmanna við 29 starvsfólkum, sum teir tríggir Bernhard H. Petersen, Ólafur Debes og Pól Erik Johannesen settu á stovn í 2006.

 

EL-NET fær heiðurin sum Ársins rúmligi arbeiðsgevi, tí virkið hevur víst ein hugburð og atburð, sum fer útyvir tað, sum vanliga kann krevjast av einum arbeiðsgevara.

 

Í løtuni eru tríggir ungir mans í tillagaðum starvi hjá EL-NET. Ungu menninir hava tað til felags, at ein trupul uppvøkstur hevði avbyrgt teir frá skúlaverki og arbeiðsmarknaðinum.

 

Møguleikin at starvast hjá EL-NET hevur hjálpt ungu monnunum at venja seg við krøv og ábyrgdir á einum arbeiðsplássi, samstundis sum teir hava fingið stuðul og vegleiðing, tá ið á hevur staðið.

 

Við góðum samstarvi við Almannaverkið og umsorgan frá EL-NET hava ungu dreingirnir tikið av møguleikanum og starvast nú sum øll onnur starvsfólk í fyritøkuni.

 

Tveir teirra standa í løtuni í læru sum elektrikarar, meðan tann triðji eftir ætlan byrjar lærutíðina í summar.

 

Vit kunnu gera mun

Fyri teir tríggjar stjórnarnar í EL-NET kendist tað rætt, at veita eina hjálpandi hond, tá ið fyrispurningurin kom av fyrstan tíð.

 

- Vit hava ein kjans at gera ein mun her. Tað er gott fyri samvitskuna, heldur enn bara at peika eftir myndugleikunum, sigur Bernhard Petersen.

 

Hann vísir á, at teir hava eitt gott virki, har tað gongur væl og tí kunnu teir eisini taka á seg at hjálpa eftir førimuni. Men tað hevuri týdning, vísur Bernhard Petersen á, at ungu menninir vera viðfarnir, sum eitt hvørt annað starvsfólk í fyritøkuni.

 

- Tað vilja teir hava, sigur Bernhard Petersen.

 

Herðaklappið, sum EL-NET hevur fingið skal feirast saman við starvsfólkinum, hava stjórarnir avgjørt.

 

- Vit fara at feira tað saman, tí tað eru vit øll somul, sum hava uppiborið heiðurin, sigur Bernhard Petersen at enda.