Starvsfólk hjá EL-IN vóru seinasta vikuskiftið í Herning á sølustevnu innan HI-FI. Tað er stóra handilsrøðin Expert, sum hevði savnað limirnar í danska kongaríkinum til eitt árligt tiltak, har tað nýggjasta innan HI-FI verður víst fram.
Á stórari gallaveitslu leygarkvøldið, við 1100 luttakarum, var "Ársins handil 2005" kosin fyri tær
tríggjar deildirnar hjá Expert, sum eru EXPERT, 2TAL, og BLÅ GRUPPE.
-Tað kom sera óvart á okkum, at EL-IN var »nominerað« til hesa heiðursløn, og vit gjørdust ikki minni bilsin, tá vit vóru rópt upp á stóra pallin at taka ímóti heiðurslønini sum ársins handil 2005. Heiðurslønin var ein gávukekkur umframt blómur og onkur prýðislutur, sigur Hilmar Danielsen stjóri í EL-IN.
At hetta var ein stórur heiður gjørdist enn týðiligari dagin eftir, tá vit møttu á messuni. Har var gjørt klárt til at gera upptøkur um okkum og tað var eingin endi á blíðskapinum, allastaðni har vit komu. Hetta gjørdi tað so nógv lættari at fáa hendur á júst teimum avtalum, sum vit høvdu sett okkum fyri frammanundan, Sigur Hilmar Danielsen víðari.
Um BLÅ GRUPPE deildina kann nevnast, at hon er tann parturin av Expert samtakinum, sum hevur líknandi handlar sum EL-IN sum limir. Hetta eru handlar sum vanliga hava bæði HI-FI og hvítvørur at selja. Í samtakinum eru 65 handlar kring alt Danmark, umframt Bærentsen Teknik á Tvøroyri og EL-IN. Expert handilsrøðin er sera stór, er at finna í fleiri londum, og eru tað norðmenn sum eiga hana.
Heiðurshandan á gallaveitslu í Herning leygarkvøldið 8. oktober 2005. Kjósanin av "Ársins handil í Blå Gruppe 2005 varð grundað við hesari orðing: »EL-IN blev kåret som årets butik i Blå Gruppe, butikken kan levere alt til boligen, el installation, hvidevarer, lamper og brunevarer og bygger nu 500 m2 forretning beliggende ved den nye tunnel under temaet. Alt til boligen under et tag og samler dermed sine aktiviteter.
El-IN driver forretning med en høj profil af kendte mærker, og vil ikke gå ind i nogen form for discount, og virksomheden har konkluderet for længst, at det er kvalitet og service man skal profilere.«










