Í kvøld heldur framhaldssøgan ?El Clasico?, sum er í fýra pørtum, fram. Hesa ferð er Valencia karmur um sponsku steypafinaluna millum Real Madrid og Barcelona.
Mikukvøldið brustu Real Madrid og Barcelona saman í fyrstu av fýra ?El Clasico? uppgerðum upp á bara 18 dagar. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki. Lionel Messi og Cristiano Ronaldo skoraðu hvørsítt brotsspark.
Í kvøld er næsta av teimum fýra uppgerðinum á skránni. Á Mestalla leikvøllinum í Valencia, skulu Real Madrid og Barcelona berjast um Copa del Rey steypið. Barcelona hevur góð søguligt úrslit at vísa á í sponsku steypakappingini, sum byrjaði í 1903. Barcelona er tað liðið, ið hevur vunnið kappingina oftast, heili 25 ferðir. Næstir teimum koma Athletic Bilbao, ið hevur vunnið hana 23 ferðir, meðan Real Madrid hevur vunnið steypakappingina 17 ferðir.
Hetta er fimtu ferð, at Barcelona og Real Madrid møtast í steypafinaluni. Av teimum fimm hevur Barcelona tríggjar(1968, 1983 og 1990), meðan Real Madrid vann í 1936 og 1974. Seinast liðini møttust í finaluni var í 1990. Tá var finalan eisini leikt á Mestalla leikvøllinum í Valencia. Barcelona vann dystin við málum frá Guillermo Amor og Julio Salinas. Umframt tað, so hevur Barcelona klára seg væl í finalum á Mestalla leikvøllinum. Liðið hevur vunnið fýra av teimum fimm, sum teir hava luttikið í.
Seinast liðini møttust í Copa del Rey var í 1996/97 í 1/8 finalunum. Barcelona vann samanlagt 4-3, eftir 1-1 javnleik á Bernabeu í Madrid. Báðir venjarnir hava royt at vunnið kappingina fyrr. Pep Guardiola, venjari hjá Barcelona, vann kappingina tvær ferðir sum leikari og í 2009 sum venjari hjá Barcelona. José Mourinho var partur av Barcelona venjaratoyminum, sum í 1996/97 og í 1997/98 vann steypakappingina.
Innanhýsis er Barcelona omaná seinastu árini. Ikki síðani Real Madrid í 2007/08 vann báðar ?El Clasico? uppgerðirnar, hevur tað eydnast teimum hvítu úr Madrid at vinna á Barcelona. Frá 13. Desembur 2008 til 29. Novembur í fjør vann Barcelona allar fimm uppgerðirnar. Har millum ein 6-2 sigur á Bernabeu og ein 5-0 sigur á Nou Camp fyrr í hesum kappingarárinum. Barcelona hevur sostatt vunnið fimm av teimum seinastu seks dystinum móti Real Madrid, men tann sætti, sum var leiktur leygarkvøldið, endaði við javnleiki.
Heldur góða gongdin hjá Barcelona fram, ella fer taktiska snildan hjá José Mourinho at tryggja Real Madrid fyrsta sigur á Barcelona síðani 2008, hvat siga tit?
Dysturin byrjar klokkan 20:30 í kvøld.
(Sky Sports)
(www.soccerway.com)
(www.fcbarcelona.com)
(www.realmadrid.com)