Víðagitni meksikanski narkobarónurin, Joaquin Guzman, betur kendur sum El Chapo, hevur fingið meir enn 30 ára fongsulsrevsing fyri millum annað rúsevnasmugling, vápnanýtslu og hvítvasking.
Joaquin Guzman hevur verið partur av Sinaloa kartellinum í Meksiko.
Guzman hevur megnað at rýmt úr fongsli heili tvær ferðir. Hann gjørdist serliga kendur aðru ferð hann rýmdi, tá hann slapp sær til rýmingar við at nýta ein tunnil undir jørð.
Fleiri enn 50 fólk vitnaðu í rættinum, har tað millum annað kom fram, at 62 ára gamli Guzman hevur staðið aftanfyri smuglingina av fleiri túsund kiloum av kokain, heroin, marijuana og metamfetamin innum amerikanska markið.










