Tað sigur Jákup Fróði Djurhuus, sum hevur ruturnar hjá Bygdaleiðum í Sandoynni.
1. mai í fjør vórðu allir bussarnir hjá Bygdaleiðum skiftir út. Sum eina roynd varð tá gjørt av, at ein av nýggju bussunum hjá Bygdaleiðum skuldi vera el-bussur, og tað er ein av teimum fýra bussunum í Sandoynni.
Jákup Fróði Djurhuus sigur, at el-bussurin serliga røkir rutu 601 til Dals, men hann koyrir eisini millum Skálavík og Skopun í sambandi við rutuna um Skopunarfjørð.
– El-bussurin má koyra planlagdar rutur, tí so leingi sum tað tekur longri tíð at løða hann enn at fylla diesel á, so verða tað avbjóðingar, sigur Jákup Fróði Djurhuus.
Hann vísir á, at tað eru avbjóðingar við el-bilum til vinnukoyring.
– Ein bussur má kunna koyra alla tíðina, og tað ber ikki til við einum el-bussi, sum kanska bara koyrir millum 120 og 150 kilometrar upp á eina løðing, sigur Jákup Fróði Djurhuus.
##med2##
– Men onkustaðni mugu vit byrja, og tá vit hava tríggjar aðrar bussar, so er trupulleikin ikki so stórur.
– Vit eru í eini menningartilgongd, og so er bara at bíða, til battaríini eru meint meira, so hann kann koyra fleiri kilometrar upp á hvørja løðing, sigur Jákup Fróði Djurhuus.