”Sandoy grøn og heldur lág, gras á nærum hvørjum bletti…”
Soleiðis yrkti H.A. Djurhuus í sínari tíð um Sandoynna. At oyggin er heldur lág og grøn, merkir, at her sum heild er slætt.
Hetta hevur eisini havt sín týdning, tá politiski myndugleikin í valskeiðnum undan hesum setti sær fyri, at koyringin hjá bygdaleiðum í Sandoynni í nýggja sáttmálaskeiðnum, sum byrjar hin 1. mai í ár, skal gerast grønari.
Tað er Jákup Fróði Djurhuus, sum hevur koyrt fyri Bygdaleiðir í skjótt farna sáttmálaskeiði, og tað er eisini hann, sum hevur fingið sáttmála við Bygdaleiðir um koyringina í oynni tey næstu sjey árini - frá 1. mai í ár at rokna.
Vegurin millum Skopun og Sand er fyrsti millumbygdavegur í Føroyum, bygdur fyri stívliga 100 árum síðan. Nú er so fyrsti el-bussur í Føroyum so smátt byrjaður at koyra í Sandoynni, og hvør veit, um tað ikki eisini verður millum Skopun og Sand, at fyrsti sjálvkoyrandi bussur í Føroyum fer at koyra?
Jákup Fróði Djurhuus sigur, at tá tað gjørdist greitt, at politiski myndugleikin, sum varar av bygdaleiðum, ynskti eina grønari loysn, gjørdist hetta eisini ein partur av tilboðnum í samband við nýggja sáttmálaskeiðið.
- Tað var ikki eitt beinleiðis krav, at talan skuldi vera um el-buss, men við í sáttmálanum skuldi vera ein grønari loysn í einari royndartíð. Eg hugdi upp á ymiskar møguleikar og kom til ta niðurstøðu at velja eina so grøna loysn, sum yvirhøvur ber til.
Loysnin hjá Jákupi Fróða Djurhuus gjørdist ein el-bussur av merkinum Iveco, sum tekur 20 ferðandi á sitiplássum umframt føraran. Í bussinum er eisini pláss fyri koyristóli og barnavogni samstundis.
- Hetta er ein sera rúmligur bussur, og tá tú kemur inn, kemur tú inn aftan fyri bussføraran. At koma inn í el-bussin, minnir um at koma inn í býarbussarnar, sum vit kenna teir í høvuðsstaðnum, sigur hann.
Hóast el-bussurin ikki er partur av sáttmálaskeiðnum fyrr enn hin 1. mai, hevur Jákup Fróði Djurhuus kortini koyrt nakrar túrar í oynni við bussinum, og miðskeiðis í hesi vikuni var In.fo eisini við ein túr úr Skopun til Sands.
Sjálvur heldur Jákup Fróði Djurhuus, at tær royndir, hann higartil hevur gjørt sær við koyring í el-bussinum, eru positivar, og hann heldur eisini, at umstøðurnar í oynni til løðing av battaríunum nú eru góðar.
Vit spurdu eisini Jákup Fróða Djurhuus, um tað kanska er hugsandi, at tað verður í Sandoynni, at fyrsti sjálvkoyrandi bussurin eisini fer at koyra – og kanska longu í nýggja sáttmálaskeiðnum, sum varar í heili sjey ár.
- Tað eru sjálvkoyrandi bilar og bussar í øðrum londum - og enntá inni í býum ymsastaðni. So hvørt veit, um fyrsti bussurin av slíkum slag í Føroyum ikki júst fer at koyra millum Skopun og Sand? So langt eru vit ikki komin enn, men slíkt er ikki óhugsandi, sigur Jákup Fróði Djurhuus.
Brosandi heldur hann fyri, at um so verður, fer tað helst at bera til hjá honum at seta bussin í rutu við einari app á fartelefonini.
Í VikuskiftisSosialinum í dag er serblað um bilar, og her eru fleiri áhugaverdar samrøður og greinar. Í blaðnum greiðir Jákup Fróði Djurhuus eisini frá, hvussu el-bussurin hevur roynst higartil, og hvussu fólk hava tikið ímóti honum, nú hann hevur gjørt nakrar túrar í rutu í Sandoynni.
##med2##