Rigmor Dam koyrir í einum Toyota Avensis Stationcar frá 2016. Brenni er bensin. Men, hugsar landsstýriskvinnan um at koyra “grønari”?
- Ja, so avgjørt. Skulu vit røkka málinum um at gerast 100 prosent grøn á landi í 2030, mugu vit øll somul leggja okkara nýtslu um til varandi orkukeldur. Skulu vit leggja alt samfelagið um til grøna orku, mugu vit øll økja um eftirspurningin tann vegin, sigur hon.
Men, er tað hugsandi, at tín næsti bilur verður ein el-bilur?
- Ja, eg havi kannað marknaðin í eina tíð, tí eg kundi hugsað mær at skift mín rættiliga nýggja bensindrivnað bil um við ein grønari bil.
Rigmor Dam heldur tó fyri, at higartil hevur úrvalið, hon hevur sæð, verið rættiliga dýrt og avmarkað, og hon heldur brosandi fyri, at bilasølurnar detta ikki um beinini á hvørji aðrari fyri at selja henni ein el-bil – ikki enn!
Nær kunnu vit vænta, at allir persónbilar í Føroyum eru el-bilar?
- Vónandi fylgja vit grannalondum okkara og áseta eitt evstamark, so vit gevast við sølu av bensin og diesel sum skjótast. Skulu vit røkka málinum, sum vit fingu Norðurlendska Umhvørvisprísin fyri hin 27. oktober í 2015, má málið í øllum førum vera rokkið í 2030, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.