El-bilar dálka mest

SEV staðfestir nú, at el-bilar í Føroyum dálka meira enn »vanligir« bilar. Hetta kom fram á fundi hjá SEV í gjár, eftir at grein hjá Ingvardi Fjallstein varð umrødd. Ingvard Fjallstein, verkfrøðingur, vísti í grein í Sosialinum mikudagin á, at so leingi størsti parturin av streyminum í Føroyum verður framleiddur av dálkandi tungolju, so dálka el-bilar meira enn »vanligir« bilar.

Á fundinum í gjár, vísti Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, á, at so leingi framleiðsluparturin av varandi orku ikki verður øktur, so er støðan, júst sum Ingvard Fjallstein greiddi frá.

Men á fundinum varð eisini greitt frá, at roynt verður at gera Føroyar til royndarland við El-bilum, tí Føroyar eru í stødd og veðurlagi væl hóskandi til El-bilar.

Somuleiðis var staðfest, at el-bilar fyrr ella seinni verða týðandi í Føroyum

Men enn dálka el-bilar mest. Í hvussu so er í Føroyum.