- Tað er í samstarvi við Mess, at G! Festivalurin og nakrir av finsku vinum okkara bjóða festivalgestunum í ár inn í gløðandi heitt hitarúm á sandinum, sigur Jón Tyril, fyriskipari av G! Festivalinum - Hjartað í Höyry klubbanum er ein ektaður finskur sauni í einum stórum tjaldi. Höyry klubbarar sita og dovnast í einum deiligum og heilt serligum dampi, sum verður skaptur við at kasta vatn á reytt gløðandi steinar í siðbundna finska sauna hitaranum. Hitarin eitur kiuas á finskum. Kiuassin brennir veruligan við. Setrini í saunanum eru gjørd úr tjørðaðum finskum elritræi. Tað vera tvey skiftirúm: Eitt til kvinnur og eitt til menn, sigur Jón Tyril.
Höyry klubbin hevur sínar egnu plátuvendarar, DJ Jugi og Tixa. Teimum dámar serstakliga væl at spæla finskan fólkatónleik og portugisiskt easy listening, men eru kendir fyri eisini at spæla lívligar rokk n´ roll taktir.
Finsku gestirnir hava vitjað á nógvum ymsum festivalum, serstakliga í Norðurlondum, og í summar verða teir at síggja og uppliva í Gøtu.
Video av Höyry Sauna Party á Low Lands festivalinum í Hollandi:
Heimasíðan hjá Höyry Sauna Party:









