Tey, ið hava hug og dirvi til eina ekstrema uppliving við bæði síging í fuglabjørgum og rappeling fáa nú møguleika fyri hesum Sandoyar Kunningarstova fer nú at skipa fyri einum slíkum tilboði har alt er tikið við.
Hetta málið er á einum 300 metrar høgum staði vestanfyri á oynni, ið tey kalla í Lonini.
? Vit hava fyrireikað hetta í eina tíð, og gleða okkum nú at kunna bjóða fólki hesa ekstremu upplivingina, sigur Fríðtór Debes,
Kunningarleiðari á Sandoyar Kunningarstovu.
Tilboðið er ætlað ferðafólkum, og verður roynt í morgin fyri innbodnum fólkum.
Seinni er ætlanin at ferðafólk skulu fáa henda sama møguleikan.