Ekstra-Bladet fríkent

Danska fjølmiðlaráðið vildi ikki geva Kaupthing Bank viðhald í, at talan var um vánaligan fjølmiðlasið, tá danska blaðið hevði greinarøð um bankan Ekstra-Bladet skrivaði í fjør heyst eina greinarøð, hvørs endamál var at lýsa fleiri síður av íslendska fíggjarævintýrinum. Eitt ævintýr, sum millum annað hevur ført Kaupthing Bank upp á listan yvir størstu bankarnar yvirhøvur.

Í greinarøðini var kikarin í stóran mun settir á nýtsluna hjá íslendingum av skattaskjólum í Luxemburg og bretsku jomfrúoynnum. Hartil skrivaði blaðið, at Kaupthing gjørdi nýtslu av einum serligum ?skattefifleri? modelli, har kundar bankans kundu toga pening skattafrítt heim.

Bankin stevndi blaðnum fyri fjølmiðlaráðnum, eins og eitt sakarmál verður ført í Bretlandi, tí skrivingin eisini varð umsett til enskt.

Danska fjølmiðlaráðið gav tó ikki íslendingum viðhald í nøkrum pørtum av málinum yvirhøvur. Eitt úrslit, sum blaðið metir sum stórsigur.