Eksil bókmenta- og listatiltøk á Skrapt

Eksil er eitt Skrapt forlag og millum tey mest spennandi smáu forløgini í Føroyum. Eksil skipar fyri tveimum ymiskum bókmenta- og listatiltøkum á Skrapt Festivalinum. Fríggjadag kl 17-19 og leygardag kl 17-19. Inni í Reinsaríinum

Her fara fólk at lesa upp, sum fyri tað mesta eru aktuel innan bókmentir, og eisini yngri, óroyndir høvundar. Eisini vera ymiskar framførslur við tónleiki og visuellari list. Nágreinilig skrá fyri tiltøkini verður kunngjørd komandi dagarnar.

 

Eksil og systurfelagið Verksmiðjan hava havt stór gjøgnumbrot seinastu árini við útgávum eftir eitt nú Beinir Bergsson, Kim Simonsen, Vónbjørt Vang, Lív Mariu Róadóttir Jæger, Onnu Malan Jógvansdóttir, nýliga útgivnu Guðrið Poulsen og nú eisini spillfesku útgávuni Ritlist 2, sum júst er útkomin, og sum er partur av BA-útbúgvingini Listaligt Arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Skrøppu bókmenta- og listatiltøkini hjá Eksil verða smíðað liðugt í lesandi stund.

 

##med2##

 

Fylg við Skrapt her:

 

https://www.skrapt.fo/

 

https://www.instagram.com/skraptfestival/

 

linktr.ee/skraptfestival