Ekklesia sungu kendar eldri sangir, sum serliga tey eldru kendust við. Summir vóru upp-poppaðir eitt sindur, og tað riggaði væl.
Ekklesia eru væl kendir í møtihøpi, og tí kendust teir flestu av áhoyrarunum bæði við sangirnar og limirnar í bólkinum. Ekklesia syngja glaðar sangir og meira friðarliga inniligar sangir. Sum heild komu teir heilt frá uppgávuni, hóast teir sýndust at hava eitt sindur av trupulleikum við monitorunum. Av tí sama gjørdist tað av og á eitt sindur falskt, men teir funnu skjótt tónan aftur.
Forsangararnir høvdu fingið ungar tónleikarar afturat sær, og teir fingu upp-poppað onkrar sangir. Til dømis varð gamli sjelarin Siglir tú lívsins hitt stormandi hav spældur í einari rokkutari versión, og tað var væleydnað, hóast tað var sera øðrvísi. Ein góð konsert, sum ikki veruliga fekk áhoyrararnar á gos, men tað er nokk heldur ikki ætlanin.