30 ár vóru millum útgávurnar hjá norðoyarbólkinum "Ekklesia".
Ì 1982 kom eitt kassettuband út. Tá stavaðist bólkurin "Ecclesia". Kendasti sangurin, sum tá mangan tómaði í føroyska útvarpinum varð "Siglir tú lívsins hitt stormandi hav".
30 ár seinni kom ein fløga út sum eitur "Eg vil takka tær", við bæði upprunaligum føroyskum og týddum sangum. Tað er Alvin Ellebye Andersen, sum hevur framleitt fløguna.
Í kvøld klokkan 20 hevur Ekklesia útgávukonsert í Oasuni í Hoyvík. Aftaná verður bjóðað til ein drekkamunn.
Í gjáramorgun fekk Rás2 orðið á John Kára Jacobsen frá Ekklesia. Tað ber til at hoyra prátið við John Kára undir greinini