EJM-landsliðið á venjingarlegu í Íslandi

Við flogfarinum í dag til Reykjavíkar vóru tey fýra, sum higartil hava klárað kravtíðina til Junior EM í Beograd i summar. 9 dagar venjing stendur fyri framman. Við íslandsflogfarinum í morgun var junhiorlandsliðið í 9 svimjing, sum skal luttaka í Junior Europameistaraskapinum, sum verður vikuna eftir Oyggjalikirnar á Isle of Wight.

 

Tey, sum higartil hava klára kravtíðirnar til EJM eru Magnus Jákupsson úr Havanr Svimjifelag, Birita Debess, Heðin L. Olsen og Cicilia Eysturdal, øll úr Ægir.

 

Ferðalagið býr á sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík og venur í X

 

Talan er um eina níggju dagar langa venjingarlegu, og ferðalagið kemur aftur til Føroya fyrsta Páskadag.

 

- Vit fara fyrst og fremst at leggja dent á at fáa nakrar kilometrar í kroppin, og vant verður á langbana, tað vil siga 50 metra hyli. Talan verður um harða venjing, sigur Petur Heðin á Fløtti, landsliðsvenjari.

 

Venjingarlegan er fyrst og fremst rættað móti EJM, men eisini móti Oyggjaleikunum.

 

Øll fýra verða eisini við til Oyggjaleikirnar. Teir vrð alidnir hóskvøld og vit fara so tíðliga fríggjamorgun víðari til Beograd til EJM. So tey hava eitt langt summar framman fyri sær, sigur Petur Heðin á Fløtti.

 

Á myndini Birita Debess, Magnus Jákupsson og Cicilia Eysturdal uttan fyri flogvøllin í Reykjavík. Heðin L. Olsen kemur til Íslands mánadagin.