Í dag, 1. november, fyllir Ejler Sørensen, Porkeri, 75 ár. Ejler er føddur og uppvaksin í Porkeri. Næstyngst av 5 systkjum. Foreldrini vóru Petur Sørensen, Petur undir Stígnum, og Sunneva dóttir Lávus í Skemmuni, bæði úr Porkeri.
Ejler tók koyrikortið í 1948. Tey fyrstu árini koyrdi hann lastbil. Seinni fekk hann sær buss og persónbil og koyrdi rutu- og hýruvognskoyring.
Tá Bygdaleiðir byrjaði í 1984, fór Ejler saman við øðrum at koyra busskoyring, og røkti hann hetta starv til hann gavst í 1998 vegna aldur.
Ejler giftust í 1956 við Sunnevu, fødd Magnussen, úr Porkeri. Tey eiga 4 børn: Mikkjal, Piddi, Dóris og Sirið, og búgva tey øll í Porkeri. Ejler og Sunneva eiga 14 ommu- og abbabørn.