Eivør skal syngja Bíbliuna

Dansk Bibelselskab hevur heitt á 12 listafólk, um at gera sína tulking av onkrum parti av Bíbliuni eitt av hesum listafólkum er Eivør Pálsdóttir.

 

Dansk Bibelselskab hevur heitt á 12 listafólk, um at gera sína tulking av onkrum parti av Bíbliuni eitt av hesum listafólkum er Eivør Pálsdóttir.

Á heimasíðuni hjá Dansk Bibelsselskab ber í løtuni til at hoyra fyrstu stakfløguna av komandi fløguni “Lydspor fra Bibelen”, tað er lagið “Krig og fest” hjá Sys Bjerre. Songkvinnan hevur fingið fríar teymar at tulka ein Bíbliutekst, og sangurin hjá Sys er íblástur av Prædikaranum kapitul 3, vers 1-17. Stakfløgan er komin út í dag.

Hoyr sangin hjá Sys Bjerre her.


Dansk Bibelselskab boðar frá, at í næstum koma sangir við m.ø. Eivør Palsdottir, Anne Linnet og Hymns from Nineveh. Tilsamans verður talan um 12 sangir, ið koma út á fløgu í november.


- Vit skulu ikki stýra, hvat tey ungu trúgva og hugsa, men við útgávununum kunnu vit vónandi lata upp fyri einum stórum parti av okkara mentanararvi, sigur Morten Thomsen Højsgaard, aðalskrivari í Dansk Bibelselskab.

- Tað er ynski um at lata Bíbliuna upp fyri nýggjum ættarliðum, ið vit gera til veruleika, sigur Morten Thomsen Højsgaard við heimasíðuna hjá Dansk Bibelselskab.