Eivør fegnast um riddarakrossin

Ein teirra, ið varð heiðrað við riddarakrossi, nú Margretha drotning hevur vitjað í Føroyum, var Eivør Pálsdóttir.

 

At fáa heiður er óivað stuttligt og nú fegnast Eivør á sínum facebook vanga, har hon skemtiliga skrivar:

 

Hello my dearests! I had one of the maddest weekends of my life. The Danish queen visited the Faroe Islands and I had the honour of performing for her. What is even more crazy is that the queen herself awarded me with a ‘Riddarakross’ - the Knight’s Cross of honour. Does that make me a knight? Yours truly, Lady Eivør...

 

Tey seks, ið fingu riddarakross hesaferð vóru Eivør Pálsdóttir, Teitur Lassen, Edvard Fuglø, Bárður á Steig Nielsen, Sólja í Ólavsstovu og Lars Fodgaard Møller.