Eivør er toppskorari

Fýra virðislønir fullu til Eivør, meðan Annika Hoydal fekk tríggjar

FMA 2016 er av. 13 framførslur vóru í Norðurlandahúsinum, 21 virðislønir vóru handaðar.

 

Eivør gjørdi ársins toppskorari við sínum fýra virðislønum. Hon fekk heiðurin fyri ársins húsa, ársins útgávu í popp/rokk, ársins einstakling í popp/rokk og ársins songkvinna í popp/rokk.

 

Annika Hoydal fekk tríggjar virðislønir heim við. Ársins tónleikaheiður fall henni lut, eins og hon fekk virðisløn fyri ársins sangari og ársins útgávu í Folk, country og bluesbólkinum.

 

Marius hevur ársins sang í popp/rock-bólkinum umframt at vera ársins sangari. Punjab er ársins nýggja navn og besti bólkur í folk, country og blues bólkinum. Sunnleif Rasmussen fekk eisini tvær virðislønir, fyri ársins útgávu í opna bólkinum og ársins kompositión.

 

Hamferð fekk heiðurin fyri ársins videolag, Elinborg er ársins live einstaklingur, Hallur hevur ársins lag í folk, country og blues bólkinum, Tróndur Bogason er ársins framleiðari, Tórshavnar Kamarkór er ársins kór, Jensina Olsen er ársins sangari í opna bólkinum og Gunnar Hoydal hevur skrivað ársins tekst.