Føroyska songstjørnan Eivør Pálsdóttir hevur seinastu dagarnir verið á heystkonsertferð í Evropa. Konsertferðin byrjaði fríggjadagin 11. november í Alzette Luksemborg, og síðani hevur hon verið bæði í Romenia og Sveis. Í kvøld skal hon eisini framføra í Eysturríki. Framvegis hevur hon fleiri konsertir eftir.
Á facebook síðu hennara eru fleiri dagføringar um konsertferðina. Her kanst tú síggja skránna, fyri komandi konsertirnar á ferðini, hvar tær verða framførdar, og hvussu henni dámar í ymsu londunum. Eisini eru ljóð- og filmsbrot frá ferðini at finna á síðuni.
Leinkja til facebook síðuna: da-dk.facebook.com/eivormusic/