Eivør á G! 2024 – Undrið úr Syðrugøtu

Sólin rísur og sólin setur hvønn dag. Helst taka vit hetta fyri givið og hava lyndið til at gerast dølsk um tað, sum vit vænta okkum umaftur og umaftur.

Steðga vit nóg ofta á, at undrast og virðismeta hesar løturnar, og gleðast um undrið, ið vit eru partur av og sleppa at vitna hvønn dag?

 

Her er eitt annað undur, sum vit eru so eydnusom at sleppa at uppliva í okkara lívstíð:

 

Eitt hitt mætasta listafólkið, ið nakrantíð hevur livað, gongur, fyri tað ikki skal vera lygn, ímillum okkum beint nú. Mínar dámur og harrar, talan er um Eivør! Songkvinnuna, sum uttan líka kann rúnarbinda eina og hvørja fólkamongd við síni heilt einastandandi nærveru á einum palli.

 

Í meira enn tjúgu ár hevur hendan stórbara songrøddin ferðast kring jørðina við sínum framførslum, og hvørt ár tekur hon sær tíð at framføra á G! Hettar eru vit sera takksom fyri, og vit gleða okkum kanska serliga nógv í ár, tí nýtt tilfar er ávegis, sum vit ivaleyst sleppa at hoyra.

 

Kom og hoyr undrið úr Syðrugøtu, Eivør, tá ið hon fer at framføra fyri okkum á G! 2024