Eivindur og Heidi vunnu silvur og bronsu

Eivindur Toftegaard og Heidi Eliasen vunnu í gjár silvur og bronsu á Special Olympics World Games í Los Angeles.

Í hesum døgum er amerikanska býurin Los Angeles karmur um Special Olympics World Games. Átjan føroyingar eru við í leikunum, harímillum eisini nakrir svimjarar.


Svimjing.com skrivar, at tað í gjár eydnaðist tveimum teirra, Heidi Eliasen og Eivindur Toftegaard, at vinna heiðursmerkir í 100 metra rygg finalum.


Heidi Eliasen svam í bólkinum F3, har hon við tíðini 1:33.24 vann bronsu, meðan Eivindur Toftegaard vann silvur í M4 bólkinum við tíðini 1:37.22.