Eivind til fiskiskap

Gongst sum ætlað, fer tað nýggjasta skipið í føroyska flotanum, frystilínuskipið Eivind, á sín fyrsta túr í morgin.

Fyrst fara teir undir Føroyar at royna útgerðina, og síðani verður farið til Íslands, har skipið hevur kvotu.

 

Ætlanin var, at Eivind skuldi fara á Flemish Cap, men nú er kvotan har næstan liðug, so skipið fær einki burtur úr teirri kvotuni í ár. Og tað er óheppið, sigur reiðarin, Hálvdan Gudmundsen.

 

-Ja, vit høvdu ætlað at fara á Flemish Cap, men náa tað ikki. Kvotan har er við at verða uppfiskað, so tað bleiv ein strika í roknistykkinum. Vit høvdu ikki roknað við, at trolararnir fóru at fáa so nógvan fisk, at kvotan bleiv uppfiskað longu nú, áðrenn mars mánaður er liðugur, sigur reiðarin.

Eivind hevur orku at frysta 20 tons um samdøgrið. Skipið tekur 270 tons.