Handil
Handilin Perfumarí Drós í Havn hevur fingið nýggjar eigarar. Tað er Kristbjørg Poulsen, sum hevur drivið handilin seinastu fýra árini.
Nýggjur eigari er Sp/f Drós og teir, sum eiga felagið, eru Eivind Jacobsen á Strondum og Jens Mortan Rasmussen á Skála. Teir eru báðir kendir sum dugnaligir handilsmenn.
Stjóri í Sp/f Drós er Eivind Jacobsen.
Í miðbýnum
Drós er eftirhondini eitt gamalt navn í miðbýnum í Havn, har handilin liggur í Bøgøtu 15.
Handilin selir perfumu, undirklæði og nakað av smykkum og ymiskum smykkutilhoyri.
Nýggju eigararnir siga, at handilin hevur gingið væl, og nú hann varð lýstur til sølu, gjørdu teir av at keypa.
Sama fólk
Eivind Jacobsen og Jens Mortan Rasmussen siga, at somu fólk, sum arbeiða í handlinum í dag, fara at halda fram, men nú Kristbjørg Poulsen gevst og fer í starv hjá manninum, Valbjørni Dalsgarð, verður okkurt nýtt andlit at síggja millum starvsfólkini.