Eivind keypt heilsøluna Anith

Heilsølan Anith í Havn er nú seld inn á Strendur. Tað er Eivind Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri og nevndarformaður í Stranda Máling, ið hevur keypt heilsøluna, sum hann hevur ætlanir um at byggja út

Fyri góðum trimum mánaðum síðan keypti Eivind Jacobsen á Strondum heilsøluna Anith frá Judith og Agnar Petersen í Havn.

Anith selur t.d. hosur, seingjarsett, og undirklæði av ymiskum sløgum til
bæði vaksin og børn. Til jólar selja tey eisini leikur o.a.

Sum nú er, selur Anith mest til smærri handlar kring landið, men Eivind
Jacobsen sigur, at ætlanin er byggja fyritøkuna út til eina stóra heilsølu,
sum selur næstan alt uttan matvørur.

Hann hevur verið á fundi við eina rumenska verksmiðju, sum framleiðir
undirklæðir, og góðir møguleikar eru fyri, at hann kann umboða verksmiðjuna í øllum Skandinavia.

Eivind er eisini partaeigari og nevndarformaður í Stranda Máling, har hann eisini arbeiðir, meðan konan, Alina, hevur dagliga raksturin av heilsøluni um hendur.

Eivind Jacobsen sigur, at um onkur heilsøla í landinum er til sølu, hevur
tað avgjørt hansara áhuga.

Myndatekstur:

Eivind Jacobsen á Strondum hevur keypt heilsøluna Anith