Eivind Jacobsen flytur fokus

Enn einaferð roynir Eivind Jac­­obsen á Strondum, sum er tann, sum sambært Taks hev­ur fing­ið mest eft­ir­giv­ið í mvg ár­ini 2005-2011 – góðar 3,3 mill­i­ónir krón­ur – at flyta fok­us á Vága­portalinum. Hann sigur, at Sosialurin hev­ur lagt eitt nú løgmann og Árna Greg­er­sen undir at snýta. Tað er ikki rætt.

Sos­i­al­ur­in kunngjørdi bara listan hjá Taks sum vísir, hvussu tær 100 milliónir krónurnar, sum Taks hevur eftirgivið í mvg eru býttar millum part­afeløg – og víst á, hvørjir per­sónar ábyrgjast fyri nøkrum av hesum feløgum. Teirra mill­um eru løgmaður og stjór­in á Dimmlætting.

Eivind Jacobsen sigur, at einki skil er á Taks. Hann sigur eisini, at Taks hevði fingið allar pengarnar í teimum 15 likvideraðu feløgunum, sum hann hevur varðað av, um stjórin á Taks hevði svarað einum sms'i frá Eivindi.

Altso Eivind. Man rindar ikki mvg umvegis sms, men tú gert mvg uppgerðir triðja hvønn mánað, og har er ein gjaldsfreist á!
Hvussu Taks kemur fram til hesi tølini kann vera sín søk. Í síðsta enda er tað væl saktans løgmaður, sum varð­ar av Taks sum landsins leið­ari. Hann hevur væl saktans sína hugsan um, hvørt upp­gerð­irnar hjá Taks eru rættar ella ikki. Dugir Taks ikki síni ting, man løg­m­að­ur so ikki fara at leggja teimum lag á?

Men Eiv­ind Jaocnsen. Halt teg til málið og tosa ikki so nógv uttanum.