Eivind Jacobsen eigur nú Normek

Fyritøkan Normek í Norðagøtu hevur fingið nýggjan eigara. Robert Langgaard og Johnny K. Nón stovnaðu virkið fyri góðum 10 árum síðani, men hava teir valt at selja nú fyri at leita sær nýggjar avbjóðingar

Smiðjan og verkstaðurin hjá Normek í Norðagøtu veitir tænastu til fiskivinnuna, alivinnuna og vinnulívið sum heild. Høvuðsvirksemið er at umvæla og viðlíkahalda skip, umframt at umvæla størri lastbilar. Somuleiðis umboðar Normek kranarnar (HIAB) og sólorkuskipanirnar (Sunstrip). Í løtuni starvast 25 fólk í fyritøkuni, serliga maskinsmiðir og lastbilsmekanikarar.

Keyparin er Sp/f 11/11-94 v/ Eivindi Jacobsen. Eivind Jacobsen er kendur vinnulívsmaður. Hann hevur drúgvar royndir sum sølumaður við millum annað máling, matvørum, kosmetikk og amboðum. Hann eigur ella er partaeigari í fleiri fyritøkum so sum KRAM, Strandamáling, handlinum Drós í Havn, og átti hann eitt skifti eisini Klaksvíkar Timburhandil.

Eivind Jacobsen hevur stórar ætlanir við Normek.

- Hetta er ein fyritøka við góðum framtíðarmøguleikum, og starvsfólkini eru sera dugnalig. Eg meti tí, at talan er um eina skilagóða íløgu, sigur nýggi eigarin.

Sølan fær ikki avleiðingar fyri starvsfólkið, sum øll kunnu rokna við at halda fram, slær Eivind Jacobsen fast. At byrja við verður virksemið óbroytt, men síðani er ætlanin at víðka um tað.

- Í dag er trupult at fáa starvsfólk, og tí ber illa til at víðka um virksemið, sigur Eivind Jacobsen. Fíggjarliga er ætlanin at bjóða starvsfólkum at keypa partabrøv.

Stjórin, Robert Langgaad, hevur saman við Johnny K. Nón játtað at halda fram í Normek til og við februar mánað næsta ár fyri at seta nýggju leiðsluna inn í fyritøkuna og tryggja eitt smidligt skifti. Nýggj leiðsla er ikki funnin enn.