Eivind hevur gjørt hampiligan túr í altjóða sjógvi

- Hetta er ein góður møguleiki í betru tíðini av árinum, og hetta er ein møguleiki, sum er 365 dagar um árið, sigur reiðarin, Hálvdan Gudmundsen.

Frystilínuskipið Eivind kom fríggjadagin aftur av einum brúkiligum túri, har teir meginpartin av tíðini royndu í altjóða sjógvi vestan fyri Írland. 

 

Reiðarin, Hálvdan Gudmundsen, sum eisini er formaður í Felagnum Línuskip, sigur, at Eivind hevur 190 tons av frystum fiski.

 

- Túrurin vardi í einar fimm vikur, og veiðan er serliga skøta, longa og eitt sindur av hýsu. Hetta er ein brúkiligur summartúrur, sigur hann.

 

Hann vísir á, at møguleikin hjá frystilínuskipum at fiska í altjóða sógvi um hesar leiðir hevur ikki verið nógv búktur í nýggjari tíð.

 

- Jú, eg haldi, at hetta er ein góður møguleiki í betru tíðini av árinum, og hetta er ein møguleiki, sum er 365 dagar um árið.

 

Hálvdan Gudmundsen sigur, at nú verður roynt at selja veiðina, sum helst fer til fleiri keyparar.

 

- Prísirnir hava verið góðir, men teir eru eisini eitt sindur skiftandi, leggur hann aftrat.

 

Enn hevur Eivind ikki verið á Føroyabanka, har skipið - eins og onnur línuskip - eigur átta fiskidagar í 2022.

 

- Fyrst fer skipið ein túr undir Føroyar, og síðan er ætlanin at fara út á Føroyabanka í oktober, sigur hann.

 

Fiskidagarnir á Føroyabanka skulu ikki tvinnast saman við fiskiskapi á øðrum leiðum, tí túrurin á Bankanum skal verða ein serstakur túrur.

 

- Nøkur línuskip hava longu verið á Bankanum, og onnur hava ikki. Ein stórur partur av veiðini hevur verið hýsa, og fiskiskapurin hevur sum heild verið góður.

 

- Tey línuskip, sum enn ikki hava verið, fara helst út á Føroyabanka nú í heyst, sigur Hálvdan Gudmundsen.